Fult tamarhald við ControlGDPR
Ein online skipan – ment av GDPR serfrøðingum
At halda skil á persónsupplýsingum hjá eini fyritøku ella stovni skal ikki vera ein tung og tíðarkrevjandi uppgáva, um tit spyrja okkum.
Vit hava tí ment eitt GDPR-amboð, sum er online og í cloud. Hetta er ment heilt frá grundini við høvuðsdenti á at gera uppgávuna at fylgja nýggju dátuverndarlógini so lætta og brúkaravinarliga, sum yvirhøvur gjørligt.
ControlGDPR er eitt væl úr hondum greitt online amboð til øll sløg av fyritøkum og stovnum, sum ynskja eina loysn, sum bæði bjóðar hægstu góðsku og samstundis er sera brúkaravinarlig.
Okkara mál er at gera dátuverndararbeiðið lætt og geva frið í sinnið. So lætt kann tað sigast – og gerast. Við ControlGDPR verða tit vegleidd í gjøgnum at skjalfesta tykkara persónsupplýsingar, stig fyri stig.
Hetta fáa tit við ControlGDPR:
Miðsavnað skjalagoymsla
Myndlar til øll týðandi skjøl
Frágreiðing
Kortlegging av persónsupplýsingum
Skynsom váðameting
Eftirlitsskipanir
Brúkarahjálp við telduposti
Modul til eftirlit við veitarum (dátuviðgerum)
Víðkað yvirlit yvir dátuviðgerðir
ControlGDPR Dashboard
Kortlegging av persónsupplýsingum
Kortlegging av kt-skipanum
Yvirlit yvir dátuviðgerar
Yvirlit yvir eftirlitsskipanir
Gap-greining – Hvat skal til fyri at halda lógina
Hvat gera vit, tá vit fáa eitt dátubrot
Frágreiðingar
Viðgerðaryvirlit til Dátueftirlitið
Fullfíggjað greining til frágreiðing
Myndlar
Persónsdátupolitikkar
Samtykki
Dátuviðgeraravtalur
KT-trygdarpolitikkir
Kortlegging av persónsupplýsingum
Lýsingar / skjalfesting
Heimild
Dátustreymar
Váðahandfaring
Hvussu lógin kann haldast (tiltøk)
Ger tíni egnu eftirlitstiltøk
Hvørji eru vit?
DPO-Danmark er sett saman av statsautoriseraðum grannskoðarum, KT-grannskoðarum, løgfrøðingum, KT-trygdarráðgevum og dátuverndarfólkum. Vit trúgva, at tann breiða samansetingin av løgfrøði og KT-tekniskum bakstøði er tað týdningarmesta støði fyri at tryggja at kunna veita ta bestu ráðgevingina og tryggja, at dáturnar hjá borgarunum eru í tryggum hondum.
ControlGDPR er ment av fólkunum, ið mynda DPO-Danmark, sum er dótturfelag hjá REVI-IT, ið eisini eigur REVI-CERT. Hesi trý feløgini tilsamans hava fólk í starvi, sum arbeiða sum dátuverndarfólk, GDPR-løgfrøðingar, KT-grannskoðarar og KT-trygdarráðgevar. Meira kunning er at finna á www.dpo-danmark.dk, www.revi-it.dk og www.revi-cert.dk.
Bílegg eina demo
Bílegg ein fund við Michael ella ein av okkara ráðgevum fyri eina demo og eina ókeypis royndartíð:
Dátuverndarfólk, partaeigari, stjóri
Michael Nielsen
Teldupostur: mni@dpo-danmark.dk
Fartelefon: 77341734